Eingin annar fekk møguleika at keypa

22.03.2018 - 18:11
Innlendis›Vinna
Eingin annar fekk møguleika at keypa
Eingin annar fekk møguleikan at bjóða uppá lendið við høvuðssætið hjá BankNordik í Havn, sum Smyril Line keypti

- Rúni Vang Poulsen varð settur uttanfyri hurðina, og so tryggjaðu vit okkum ein góðan prís, sigur Stine Bosse, forkvinna í nevndini fyri BankNordik. 

Nevndarforkvinnan í BankNordik tekur also tvey atlit, tá tað gerst greitt, at næstformaðurin Rúni Vang Poulsen vegna Smyril Line vil keypa jørð frá bankanum.

Settur uttanfyri hurðina

Rúni Vang Poulsen verður settur uttanfyri hurðina, meðan málið verður viðgjørt. Og bankin má tryggja sær rætta marknaðarprísin fyri lendið.

Men umleið 7000 fermetra stóra stykkið - mitt í Havn - verður tó ongantíð lýst alment til sølu.

LES EISINI: Dupultleiklut í sølu av jørð frá Bank Nordik

Stine Bosse tekur also fyri givið, at vóru aðrir møguligir keyparar, so hevði forstjóri bankans, Árni Ellefsen, vitað um teir - og so hevði nevndin frætt tað tann vegin.

Fyrsta mars boðaði BankNordik keypsskálanum frá, at bankin hevði selt sítt høvuðssæti fyri 140 milliónir krónur. 

Men eingin almenn fráboðan er komin um, at bankin hevur selt burturav sínum ognum til Smyril Line. Og prísurin - ja, hann er framhaldandi loyniligur.

Hoyr innslagið omanfyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809