- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin veit, hvussu dálkandi alivinnan er
Alivinnan er stór, og framleitt verður á so at siga á hvørjum einasta firði í landinum. Kortini er eingin vitan um umhvørvið og lívið, sum annars er har, ið aliøkini eru. Og tað má broytast.
Tað sigur Umhvørvisstovan, nú løgtingið er í ferð við at dagføra alilógina.
Vita einki
Eingin myndugleiki í Føroyum veit, hvussu dálkandi alivinnan er fyri umhvørvið í firðunum.
Tað stafesta samgongulimirnir í Vinnunevndini, nú álit er skrivað um broyttu alilógina.
Umhvørvisstovan sigur púra greitt í sínum hoyringarsvari, at alingin, sum er ein av størstu vinnununum, eisini er ein týðandi dálkingarkelda, sum kann hava álvarsligar avleiðingar fyri lív og umhvørvið á firðunum.
Umhvørvisstovan harmast
Umhvørvisstovan harmast um, at ein meginregla um, at alingin skal vera umhvørvisliga fullgóð, ikki er við í uppskotinum, og serliga fílist Umhvørvisstovan á, at umhvørvisárinsmetingar slett ikki eru partur av uppskotinum.
- Vitanin um vistfrøðina á firðunum, sum m.a. eisini eru vakstrarøki hjá ungfiskinum, er sera avmarkað, sigur Umhvørvisstovan, og tí mæla tey til, at árinsmetingar skulu gerast av hvørjum firði.
Árinsmetingarnar skulu lýsa vistfrøðina á staðnum, og hvørja ávirkan alingin hevur á hana.
Einki krav um árinsmetingar í samband við aling
Í løtuni skulu árinsmetingar gerast, eitt nú í samband við havnaútbyggingar og í samband við oljuleitingar.
Tað er ikki eitt krav í samband við aling á firðunum í Føroyum. Tað vil Umhvørvisstovan hava broytt, soleiðs at alifeløg skulu leggja eina árinsmeting við eini umsókn um aliloyvi ella í samband við endurnýggjan av einum aliloyvi. Árinsmetingar, ið meta um avleiðingarnar fyri allan fjørðin, har virksemi skal verða.
Lena Zisakon, umhvørvisviðgeri á Umhvørvisstovuni, sigur, at við at kanna firðirnar, so fæst ein greiðari mynd eisini av, hvussu nógv alivirksemi teir ymsu firðirnir klára.
Sí eisini