Væntar enn stuðul frá Jógvani Skorheim

27.03.2018 - 20:31
InnlendisPolitikkur
Væntar enn stuðul frá Jógvani Skorheim
Aksel V. Johannesen sigur, at samgongan gjørdi eina avtalu við Sjálvstýri og ikki tveir einstaklingar. Tí væntar hann enn stuðul frá Jógvan Skorheim

Løgmaður, Aksel V. Johannesen, sigur, at samgongan gjørdi í sínari tíð eina avtalu við Sjálvstýri og ikki við tveir einstaklingar. Fyri seg er tað útgangsstøðið ikki broytt, og at galdandi avtalan er framvegis við flokkin. Tí væntar han stuðul frá Jógvani Skorheim.

Fluttu arbeiðspláss úr Eysturkommunu til Klaksvíkar

Ónøgdin hjá Kára P. Højgaard snýr seg um virknis- og tilhaldsstaðið "Gloym meg ei", ið herfyri flutti úr Norðragøtu til Klaksvíkar. Eysturkommuna segði leigumálið við stovnin upp, og Klaksvíkar kommuna gjørdi skjótt av og bjóðaði teimum hølir í Klaksvík.

Við tí fóru 10 almenn arbeiðspláss úr Eysturoynni og til Klaksvíkar. Jógvan Skorheim fegnast um nýggja tilboðið, ið er komið til Klaksvíkar, meðan Kári P. Højgaard er firtin um, at fleiri almenn arbeiðspláss fara úr Eysturoynni, har fá eru frammanundan.

Hetta sigur Kári P. Højgaard verða avtalubrot, tí semja var við samgonguna um, at varðveita tey almennu arbeiðsplássini í Eysturoynni og kanska leggja afturat.

Ikki avgerandi atkvøðan

Aksel V. Johannesen sigur, at í samband við semjuna um fíggjarlógina og um pensjónsnýskipanina, vórðu avtalur gjørdar við Sjálvstýri at almenna virksemi skuldi breiðast um alt landið.

Málið um virknis- og tilhaldsstaðið, sum flutti úr Norðragøtu til Klaksvíkar, er tó ikki fevnt av tí avtaluni, tí tað er ikki vanligt, at slík mál verða viðgjørd politiskt.

Hoyr løgmann greiða frá omanfyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Fríggjadag 24. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211230
Hósdag 23. juli
RagnarRokk 23.juli 2026
209735
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098