Føroyski sendimaðurin kennir seg tryggan

30.03.2018 - 17:40
Aktuelt
Føroyski sendimaðurin kennir seg tryggan
Russland hevur í dag víst tveimum donskum diplomatum av landinum, men tað ávirkar ikki føroyska sendimannin

Russland hevur víst tveimum donskum diplomatum av landinum, upplýsir Anders Samuelsen, uttanríkisráðharri.

Herfyri góvu danskir myndugleikar boð um, at tveir russiskir diplomatar í Danmark skuldu vísast av landinum, í kjalarvørrinum á málinum um fyrrverandi russiska njónsaran, Sergej Skripal, og dóttur hansara, Juliu, sum vórðu funnin eitrað í enska býnum Salisbury 4. mars.

Og í dag svaraði Russland aftur.

Bjørn Kunoy, føroyskur sendimaður í Russlandi, stúrir ikki fyri at verða vístur av landinum.

Fleiri ES-lond og USA vístu umleið 150 diplomatum av landinum, og í dag boðsendi russiska uttanríkisráðið í Moskva fleiri sendiharrum á fund.

Holland og Italia hava fingið at vita, at Russland vísir tveimum diplomatum úr hvørjum landi úr Russlandi, og Finnland og Svøríki, sum hvør hava víst einum russiskum diplomati av landinum, hava fingið at vita, at ein finskur og ein svenskur diplomatur verða vístir úr Russlandi.

Russland boðaði í gjár frá, at landið fór at svara aftur, og í fyrstu syftu kunngjørdi Sergej Lavrov, uttanríkisráðharri, at Russland fór at vísa 60 amerikanskum diplomatum av landinum og lata amerikanska konsulátið í Sankta Pætursborg aftur.

Bretland leggur Russland undir at hava skipað fyri, at Sergej og Julia Skripal vórðu eitrað. Bretskir myndugleikar siga, at nervaeitrið, sum varð brúkt, hevur slóðir í gamla Sovjetsamveldinum.

Russland hevur víst øllum ákærum aftur.

Bretland vísti beinan vegin 23 russiskar diplomatar av landinum, og Russland svaraði aftur við at vísa sama tal av bretskum diplomatum úr Russlandi

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. mars
Guðstænasta úr Sjóvar kirkju
154691
Sunnudag 26. mars
Andakt við Árna Joensen
154684
Fríggjadag 24. mars
Veðrið 24. Mars
154636
Mikudag 22. mars
Úr savninum: Flúgviplássið
154470