SAS ætlar at halda fram at flúgva til Føroya

30.03.2018 - 15:01
Innlendis
SAS ætlar at halda fram at flúgva til Føroya
Eitt ár er liðið síðani SAS byrjaði at flúgva til Føroya, og felagið ætlar at halda fram við flúgvingini til Føroya
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

Tað hevur gingið væl, og nú ætlar felagið at fáa somu útgerð í flogførini, sum flogførini hjá Atlatntic Airways hava, so tað verður betri at flúgva og lenda í Føroyum. Tað sigur Mariam Skovfoged, kunningarfólk hjá SAS.

SAS hevur biðið um loyvi at seta framkomnu útgerðina í flogførini sum flúgva til Førpoya, og felagið roknar við at fáa svar um tað einaferð í apríl, sigur Mariam Skovfoged, sum letur væl at fyrsta árinum sum felagið hevur flogið til Føroya.
At byrja við fleyg SAS hvønn dag til Føroya, men í vetur hevur felagið flogið tríggjar ferðir um vikuna.

Mariam Skovfoged sigur, at tey rokna við at fara at flúgva aftur hvønn dag tá summarið nærkast, og at tað verður kunngjørt í næstum. Í øllum førum ætlar SAS ikki at gevast við at flúgva til Føroya.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. juli
Morgunlestur týsdagur 15.juli 2025
194086
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514
Týsdag 15. juli
Og ein summardag (1:2)
194521
Mánadag 14. juli
Seinasti vitameistarin
194455
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401