Ósamdir um føroyska leiklutin eftir eiturálopið

04.04.2018 - 12:25
Innlendis
Ósamdir um føroyska leiklutin eftir eiturálopið
Sjúrður Skaale ávarar ímóti, at Føroyar ganga egnar leiðir í málinum um kemiska álopið. Kaj Leo Holm Johannesen er ósamdur

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, ávarar ímóti, at Føroyar ganga egnar leiðir í málinum um kemiska álopið í Bretlandi og ikki stuðla demokratisku vestanlondunum, sum fordøma Russland fyri illgerðina.

Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður, sigur hinvegin, at vit ikki kunnu loyva okkum at geva Russlandi skyldina fyri nakað, sum vit einki vita um.

Ivasamar ákærur

Nógv av grannalondunum rundan um okkum fordøma Russland og siga, at tað er Russland, sum hevur ábyrgdina av, at fyrrverandi russiski njósnarin, Sergei Skripal, og dóttir hansara, Julia, vórðu eitrað.

Í yvirlýsingini verður sagt, at hetta er brot á altjóða reglur og sáttmálan um kemisk vápn. Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og Kaj Leo Holm Johannsen, tinglimir fyri Sambandsflokkin, hava sáað iva um ákæruna, sum Russland hevur fingið um eiturálop. 

Orsøkin er, at teir meta ikki, at vit hava nóg haldgóð prógv. 

Ymsir á máli

- Vit hava ikki havt nakað útistandandi við Russland, so eg haldi, vit skulu passa øgiliga væl upp á. Vit mugu sum eitt siviliserað samfelag kunna biða um at fáa nøkur prógv á borðið, áðrenn vit heingja ein av okkara størstu handilspartnarum út, sigur Kaj Leo Holm Johannesen millum annað.

Sjúrður Skaale, fólkatingslimir, er grundleggjandi ósamdur. Hann heldur, at prógvini eru nóg góð, og at vit eins og grannalondini eiga at tala at.

- Tá ið yvir 20 stjórnir reagera við at útvísa russiskar diplomatar, sum er størsta útvísingin av russiskum diplomatum nakrantíð í søguni, tá 20 stjórnir gera tað, so er tað ikki uttan prógv, sigur Sjúrður Skaale um próvførsluna í kjalarvørinum av eiturálopinum.

Kaj Leo Holm Johannesen saknar tó, at hesi prógvini verða førd fram.

- Um hesi londini vita so nógv, at tey kunnu taka eina støðu, so mugu tey geva hesa vitanina til okkara landsstýrismann í uttanríkismálum, soleiðis at vit ikki skulu sita her sum eitt blint ferðafólk úti í Norðatlantinum, sigur hann í kjakinum við Sjúrð Skaale.

Hoyr brot úr kjakinum, sum var í Góðan Morgun Føroyar í morgun, omanfyri.

Tú kanst eisini lurta eftir øllum kjakinum her.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115