Sambýlið í Svínoy verður vallaraheim

04.04.2018 - 11:45
InnlendisSamfelag
Sambýlið í Svínoy verður vallaraheim
Tað sigur Jógvan Skorheim, sum vónar, at bygningurin verður tikin í nýtslu til útoyggjastevnuna, sum verður í Svínoy 16. juni í ár
Hesi húsini skuldu upprunaliga húsa einum sambýli, men nú verður húsið eitt vallaraheim
Mynd: Sigrún H. Brend  

Í 2012 var bygningurin í Svínoy, sum skuldi brúkast sum sambýli, innilokaður. Kommunan hevur síðani gjørt bygningin heilt lidnan, so nú manglar bygningurin bert innbúgv. 

Ætlanin var, at bygningurin skuldi brúkast sum sambýli, sum skuldi geva bygdini lív og arbeiðspláss. Men tað skal hann ikki, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, sum Svínoy er partur av.

Í staðin skal hann brúkast til ferðavinnuendamál, sum ítøkiliga merkir eitt bygdarhús ella eitt stað, har ferðafólk kunnu gista.

Sambýli verður ferðavinnuendamál

Jógvan Skorheim leggur afturat, at sambært Norðoyar bú- og heimatænastu kann bygningurin ikki nýtast til sambýli. Orsøkin er, at tað er torført at fáa starvsfólk, og at sambýli skulu hava lætta atgongd til sjúkrahús. 

Ætlanin var annars at bygningurin skuldi vera eitt sambýli, sum fyrst og fremst skuldi geva bygdini lív, og mett var, at sambýlið fór at geva bygdini eini 10-15 arbeiðspláss. 

Men borgarstjórin lovar ikki, at bygningurin, sum nú fer at nýtast til ferðavinnuendamál, fer at geva bygdini líka nógv arbeiðspláss.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425