Orðaskifti:Ósamdir um, hvussu nógvur toskur er til

05.04.2018 - 16:45
InnlendisVinna
Orðaskifti:Ósamdir um, hvussu nógvur toskur er til
Petur Steingrund og Osmundur Justinussen eru í útvarpsstovuni og skifta orð um, hvussu støðan er hjá botnfiskinum undir Føroyum

Bátarnir hava rokfiskiskap og fáa nógvan tosk fyri tíðina. Teir sigla við pendulferð út á fiskileið og koma fullir upp undir lúkurnar inn at landa. Men hvussu er veruliga støðan hjá botnfiskinum?

Tað er spurningurin, Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni og fiskimaðurin og reiðarin, Osmundur Justinussen, skifta orð um.

- Hesar seinastu dagarnar hevur verið rokfiskiskapur norðanfyri, sigur Osmundur Justinussen og leggur afturat, at fiskiskapurin hevur verið góður í ár.

- Bátarnir royna norðanfyri og har so nógv at fáa av toski, at teir eru noyddir at leggja stilt fyri at klára at kryvja undan, sigur Osmundur.

Fiskifrøðingurin ikki bergtikin
- Hetta er onki at skriva heim um, sigur Petur Steingrund og vísir á, at tað er onki óvanligt í, at fiskiskapurin eftir toski er góður um várið, tá ið hann savnast norðarnfyri at gýta.

- Tað, sum vit síggja í dag, er at sammeta við eitt miðal vánaligt ár, sum var vanligt fyrr, sigur Petur.

Osmundur er ósamdur. Hann sigur, at hann ongantið hevur upplivað slíkt fyrr.

- Hetta er púra óvanligt, og vit skulu heilt aftur til 1983 fyri at hava okkurt at samabera við, sigur Osmundur. Hann metir, at toskastovurin er nógv betur fyri enn mett og heldur, at í dag kunnu eini 30.000 tons av toski fiskast undir Føroyum. Seinastu árini hevur nøgdin av fiskaðum toski undir Føroyum ligið um 8 - 10.000 tons um árið.

Hvar kemur fiskurin frá?
Seinastu árini hevur verið sagt, at lítið er til av botnfiski undir Føroyum. Hvussu ber tað so til, at bátar í dag fáa stóran og góðan tosk, sum er millum 4 og 10 ára gamal? Tað er vælkent, at sjálvt um fiskur hevur stert, so er hann haggfastur og heldur til í einum ávísum øki. Hann ferðast ikki millum lond.

Hvar kemur hesin toskurin so frá?

Tað er tann stóri spurningurin.

 

Osmundur Justinussen og Petur Steingrund

 

Føroyabanki ikki komin fyri seg
Orðaskiftið tekur útgangstøði í støðuni á Føroyabanka, har føroyska rannsóknarskipið, Magnus Heinason, júst hevur gjørt yvirlitstrolingar. Úrslitið vísur, at har er nógv til av hýsu og men lítið til av toski.

- Á bankanum hava vit ikki sæð so nógv hýsu síðan 1983, sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni, men hann metir ikki, at bankin er komin fyri seg aftur, tá ið talan er um tosk og vil viðmæla, at Føroyabanki verður friðaður í eina tíð afturat.

Lurta eftir orðaskiftinum millum Petur og Osmund her:

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585