Aksel stríðist við at finna stevið innanfloks

07.04.2018 - 14:23
InnlendisPolitikkur
Aksel stríðist við at finna stevið innanfloks
-Tað er ikki nóg gott, at Javnaðarflokkurin bara kann veita vissu fyri seks atkvøðum í løgtinginum, ásannar Aksel V. Johannesen

Innanhýsis stríð í Javnaðarflokkinum merkir landsfundin hjá flokkinum, sum verður hildin í Klaksvík ídag.

-Á seinasta løgtingsvali var Javnaðarflokkurin líka við at fáa níggju løgtingsfólk vald. Nú megna vit bara at veita vissu fyri seks atkvøðum í løgtinginum. Tað er ikki í lagi, og skil má fáast á flokkin, ásannar Aksel V. Johannesen.

Í síni formansrøðu segði Aksel V. Johannesen millum annað soleiðis um støðuna:

"Eg skal vera tann fyrsti at viðganga, at politiska støðan í løtuni er óviss. Vit megna í løtuni ikki at telja uppí 17 í øllum málum. Nógv mál hava tíbetur breiða undirtøku í Løgtinginum, men samgongan hevur eisini nøkur týðandi stórmál, sum vit enn ikki hava megnað at tryggjað okkum undirtøku fyri. Tað er ein avbjóðing fyri minnilutasamgonguna, at Javnaðarflokkurin ikki longur er inntaktur. Vit fingu eitt kanónval og átta tinglimir. Tað restaðu bara fáa atkvøður í níggjunda mandatið. Í ein dag høvdu vit eina meirilutasamgongu við 17 tinglimum, nú eru bara 15 og vit í Javnaðarflokkinum kunnu - nú vit halda landsfund - bara garantera seks atkvøður í fleiri málum. Hetta er ikki nøktandi fyri øll tey, ið settu sín kross við Javnaðarflokkin síðsta val. Ei heldur er tað nøktandi fyri meg sum formann í flokkinum. Vit hava sett orð á hesar avbjóðingar á limafundum kring landið, og vit eru longu í einari tilgongd innanhýsis, so vit sleppa undan at slíkt endurtekur seg."

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, ið Rebekka Manuela Behrens gjørdi við Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum, beint eftir at hann hevði hildið formansrøðuna fyrrapartin.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 8. juni
Veðrið
209433
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264