Ingilín Strøm gevst í politikki

bannari
Ingilín Strøm gevst í politikki
Hon boðaði seinnapartin frá á Facebook, at hon ikki stillar upp til komandi løgtingsval
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.02.2026 - 18:26

- Eftir seks og eitt hálvt ár í føroyskum politikki, so taka eg nú ein steðg frá politikki, skrivar Ingilín D. Strøm á sínum Facebook-vanga.

Hon sigur, at hon ongantíð ætlaði sær at vera livibreyðspolitikari, men fer framvegis at arbeiða fyri sínum hjartamálum, nú hon hevur fingið starv hjá Amnesty Føroyum, samstundis sum hon fer at lesa master í professionellum samskifti.

- Hjartamálini vóru - og eru framvegis - umhvørvi, javnstøða, rættvísi og eitt samfelag við somu møguleikum fyri øll. Eg eri framvegis javnaðarfólk og takki fyri stuðulin, skrivar Ingilín D. Strøm á Facebook. Hon vil ikki gera samrøðu við Kringvarpið.

Atkvøðuslúkur

Ingilín D. Strøm stillaði fyrstu ferð upp til løgtingið í 2019, og fekk tá næstflestar atkvøður - 546 atkvøður. Á seinasta løgtingsvali, í desember 2022, fekk hon eisini næstflestar atkvøður - 787 persónligar atkvøður.

Vit høvdu ætlað at fingið eina viðmerking frá formanninum í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen, men hann er upptikin, sigur hann. 

Í stuttari viðmerking skrivar hann, at "tað er sjálvandi keðiligt, at Ingilín Didriksen Strøm ikki stillar upp til løgtingsvalið, men tað er hennara avgerð, og tað havi eg stóra virðing fyri", skrivar Aksel V. Johannesen í sms-boðum til útvarpið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329