Ferðafólk kendu seg hótt í Saksun

14.04.2018 - 17:16
Innlendis›Samfelag
Ferðafólk kendu seg hótt í Saksun
Donsk ferðafólk mæla til, at ferðavinnan í Saksun verður skipað beinanvegin, so ferðafólk vita, hvat tey kunnu.

Saman við einari føroyskari vinkonu sum bilførara vitjaðu tær í Saksun hósdagin og kendu seg hóttan av bóndanum, sum fleiri ferðir hevur sagt seg vera troyttan av ferðafólkum.

Minnist ikki hendingina

Jóhan Jógvansson, bóndi í Saksun, vil ikki gera bandaða samrøðu við Kringvarpið, men hann sigur í stuttari viðmerking, at hann minnist ikki hesa ítøkiligu hendingina. Hann vísir kortini ikki aftur, at tað skal vera hent.

Hann sigur, at hann hevur troyttur av mongu ferðafólkunum, sum vitja í Saksun, tí hann fær ikki frið. Tað ávirkar bæði arbeiðsdagin og privatlívið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037