Vilja eftirmeta skipanir viðvíkjandi undantøkum

16.04.2018 - 12:29
InnlendisSamfelag
Vilja eftirmeta skipanir viðvíkjandi undantøkum
Kommunala arbeiðsgevarafelagið streingir nú á fyri at fáa gongd á eina eftirmeting av skipanini við undantøkum í sambandi við arbeiðsteðg. 

Skipanin á almenna arbeiðsmarkninum, sum skal tryggja, at verkfall ella verkbann ikki seta lív og heilsu hjá teimum veikastu í samfelagnum, eigur at verða endurskoðað. 

Tað heldur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn og forkvinna í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum. Hon heldur eisini, at tað er, meðan friður er á almenna arbeiðsmarknaðinum, at eftirmetingin skal gerast. 

Verkfallið á jólum drúgt

Bylgjurnar gingu høgt, tá pedagogfelagið var í verkfalli í desember og januar. 

Stór ósemja tók seg upp millum Almannaverkið og Pedagogfelagið um tey undantøk, sum pedagogfelagið var sinnað at geva Almannaverkinum undir verkfallinum.

Serliga talið av starvsfólk, sum skuldu til fyri at taka sær av teimum veikastu og mest krevjandi borgarunum, var eitt afturvendandi evni í stríðnum. 

Innlima triðja part

Stjóri í Almannaverkinum, Edvard Heen, eftirlýsti, at ein óheftur triðji partur var partur av ásetingunum av undantøkunum í verkfallinum. 

Annika Olsen, forkvinna í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, er samd, at tað kundi verið ein loysn at havt ein triðja part við.  

Men hon heldur eisini, at fráboðanarfreist fyri undantøkum er ein avbjóðing. 

Skipanin riggar væl

Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, heldur, at skipanin við undantøku á økinum riggar eftir umstøðunum væl. 

Tað kemur ikki upp á tal, at Pedagogfelagið gongur við til, at teirra verkfallsrættur verður skerdur. 

Undantøkini eru fyri í løgtinginum í dag, tí Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, skal svara einum spurningi frá Brandi Sandoy um júst undantøkini 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425