Vælnøgdur við kanningarúrslitið

26.04.2018 - 13:25
Innlendis
Vælnøgdur við kanningarúrslitið
Høgni Hoydal er vælnøgdur við kanningina, og at øll viðurskiftini, sum hava verið reist ímóti honum, eru afturvíst.

Høgni Hoydal sær kanningina sum eina neyva frágreiðing um, at fyrrverandi fiskivinnulóggáva var torgreidd og ikki altíð umsitin á rættan hátt, og at tørvur var á at endurskoða hana.

Lurtið eftir samrøðuni, sum Jón Brian Hvidtfeldt gjørdi við Høgna Hoydal, aftaná framløguna hjá Kristinu Samuelsen, kanningarstjóri. Hon var sett at kanna, hvørt Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur umsitið sítt málsøki á lógligan hátt í sambandi við flyting av veiðiloyvum, og um Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur røkt sína eftirlitsskyldu á fullgóðan hátt.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161