- Tíðindi, mentan og ítróttur
Barnaheimið fall burtur
Uppskotið um at byggja nýtt barnaheim fall burtur, hevur ligið í fíggjarnevndini síðani 18. januar. Men uppskotið kom ongantíð úr nevndini til aðru viðgerð, hóast breið semja er um tað og pengar eru settir av til verkætlanina.
Men stórur tørvur er á einum nýggjum barnaheimi, heldur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í Almannamálum, sum legði uppskotið fram. Arbeitt verður tí víðari við ætlanini, og uppskotið verður lagt fram aftur á Ólavsøku, sigur landsstýriskvinnan.
Fíggjarnevndin spurdi um fígging
Barnaheimið er sjálvsognarstovnur, og fíggjarnevndin vil hava at vita, um virðið av verandi barnaheimið kann nýtast í byggingini av nýggja barnaheiminum, sum verður mett at kosta 60 milliónir krónur.
Verandi Barnaheim ótíðarhóskandi
Leiðslan á Barnaheiminum hevur í nógv ár víst á, at stórur tørvur er á at byggja eitt nýtt og nútímans barnheim. Í løtuni er Barnaheimið spjatt í ymsum bygningum, og allir aldursbólkar og fólk við ymiskum trupulleikum húsast í somu hølum. Hetta ger tað trupult veita eina nøktandi viðgerð. Ætlanin er tí at byggja eitt nýtt barnaheim, sum kann skipast eftir aldri, kyni og tørvi hjá børnunum.
Tak niður
Sí eisini