Nummar 90 í heiminum i kviktalvi

06.05.2018 - 18:18
Innlendis›Samfelag
Nummar 90 í heiminum i kviktalvi
Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska hevur nú vunnið seg fram millum hundrað teir sterkastu í heiminum í kviktalvi

Á nýdagførda styrkilistanum hjá altjóða talvsamgonguni, FIDE, stendur Helgi nummar 90 í heiminum við styrkitalinum 2664, skrivar Talvsamband Føroya.
Í kviktalvi hevur telvari stytri umhugsunartíð enn í vanligum talvi.
Í Føroyum verða kappingarnar í Grand prix-røðini avgreiddar sum kvikkappingar, og her hevur Helgi verið einaráðandi. 
Kviktalv og snartalv er júst mín stílur, sigur stórmeistarin í talvi, Helgi Dam Ziska. Hoyr samrøðu.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026