RNP-skipanin hjá Vága Floghavn liðug

14.05.2018 - 12:19
Innlendis
RNP-skipanin hjá Vága Floghavn liðug
RNP-skipanin, sum skal bøta um reglusemið á flogvøllinum, er klár at taka í nýtslu

RNP er ein innflúgvingarskipan, sum hjálpir flogførum at flúgva bestu leiðina á flogvøllin - millum annað í ringum sýni. Og nú hevur Vága Floghavn fingið egna RNP-skipan.

Tað er neyðugt hjá einum flogvølli at hava eina tílíka skipan, sigur Gudny Langaard, stjóri í Vága Floghavn.

Atlantsflog fekk egna RNP skipan í 2012, ein skipan sum samanlagt hevur kostað felagnum uml. 30 milliónir krónur.

Stjórin í Atlantsflogi, Jóhanna á Bergi, hevur kallað skipanina hjá Vága Floghavn beinleiðis stuðul til SAS.

- Vit eru ein flogvøllur, sum ynskja at vera dagførd tøkniliga (...) Vit ynskja at gera flogvøllin atkomulig fyri øll. So nei, eg vil ikki siga, at vit gera kappingarførið verri hjá Atlantic. Hetta er ein tænasta, sum vit veita til flogfeløg, sum ynskja at flúgva til Føroyar, sigur stjórin á Vága Floghavn, Gudny Langaard. 

Fyri at kunna brúka skipanina krevst loyvi frá danska Ferðslustýrinum, og hjá SAS bíða tey nú eftir hesum loyvi, áðrenn tey fara undir at brúka skipanina.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213