- Tíðindi, mentan og ítróttur
Credo
Barnaheimið í Umanak. Hetta er eitt barnaheim, sum er kent víða um.
Ann Andreassen er leiðari av barnaheiminum, sum er norðasta barnaheim í verðini.
Hon hevur gjørt eitt megnar arbeiði fyri børn í Grønlandi. Hon er útbúgvin socialpædagur og hevur av øllum alvi roynt at givið børnum, við svárum trupulleikum, framtíð við útbúgving, arbeiði og betraðum sjálvsvirði.
Sagt verður eisini, at hon megnar at gera alt í tráð við grønlendska mentan og virðing fyri landinum og tess siðum, har børnini búgva. So tey kenna alsk og kunnu vera errin av grønlendsku mentanini. Ferðast verður nógv við børnunum á sokallaðum menningarferðum bæði til Danmrkar og runt heimin og eisini leita mong kend fólk til barnaheimi.
Ann er heiðrað ymsastaðni fyri sítt arbeiðið millum børnini í Umanak.
Jonna Færø er mostir Ann og hevur ferðast ofta til barnaheimið og hevur verið runt ymsa staðni í heiminum við børnum og hon fer í tveimum sendingum at siga frá hesu merkisverdu ferðum.