Útflutningurin fer at minka 500 milliónir í ár

20.05.2018 - 12:53
Innlendis›Vinna
Útflutningurin fer at minka 500 milliónir í ár
Útflutningurin av makrel og sild fer helst at minka slakar 500 milliónir krónur í ár. Tað sigur Pól Huus Sólstein, sum er stjóri á North Pelagic.

Hagstovan upplýsti í vikuni, at fyrsta ársfjórðing í ár útfluttu Føroyar væl minni av makrel og sild, sammett við fyrsta ársfjórðing í fjør.

Russar rinda minni

Høvuðsorsøkin er, at russar vilja ikki rinda tað sama fyri sildina, sum teir hava.

Sildin er vorðin ov dýr at keypa.

Russar eru eisini í størri mun sjálvir farnir at fiska sild, og tað ávirkar eisini prísleguna.

Minkar 500 mió. kr. í alt

So tann samlaði føroyski útflutningurin fer at minka í ár.

Samlaða føroyska makrelkvotan er minkað sløk 27 túsund tons.

Og verður makrelurin seldur fyri sama prís sum í fjør, so minkar útflutningurin av makreli okkurt um 300 milliónir krónur.

Føroyska sildakvotan er minkað sløk 33 túsund tons, og prísurin verður lægri.

Tí fer útflutningurin av sild at minka við okkurt um 220 milliónir krónum.

Í alt fer útflutningurin av makreli og sild at minka slakar 500 milliónir krónur, heldur Pól Huus Sólstein, stjóri á North Pelagic.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040