Filmurin Nina frumsýndur um vikuskiftið

22.06.2018 - 18:23
Lívsstílur
Filmurin Nina frumsýndur um vikuskiftið
Fyrsti spælifilmur hjá Mariu Winther Olsen
Maria Winther Olsen, leikstjóri
Mynd: Leivur Thomsen  

Í annaðkvøld klokkan 18.30 verður frumsýning í Norðurlandahúsinum við nýggja filminum Nina. Hetta er ein spælifilmur, sum snýr seg um eitt ungt danskt par, sum flytir til Føroya og búsetir seg í Mikladali. Maðurin fær arbeiði í Klaksvíkar Sjúkrahúsi, meðan konan gongur í einsemi í Mikladali. Hon "revsar" unnusta sín í einari roynd at fáa hansara kærleika. Filmurin Nina, ið er 80 minuttir langur spælifilmur, er ein føroysk/donsk verkætlan, sum Maria Winther Olsen stendur fyri. Hon hevur sjálv skrivað bæði søgu og handrit. Talan er um ein "lág-budget" film, sum kostar beint yvir milliónina. Hoyr Mariu greiða frá í vikuskiftissendingini, hvussu trí-ára langa arbeiðið við verkætlanini hevur hevur gingið

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358