Granskingini skal skrásetast og metast betur

01.07.2018 - 18:38
InnlendisSamfelag
Granskingini skal skrásetast og metast betur
Metast skal betur um granskingina á Setrinum, stendur í frágreiðingini um fíggjarstýring av Setrinum. Og hesum arbeiðir Setrið við, sigur rektarin.

Hóast granskingini á Fróðskaparsetur Føroya ikki var neyvt viðgjørd í frágreiðingini um fíggjarstýring av Setrinum, so stendur í frágreiðingini, at granskingin ein týdningarmikil partur av virkseminum hjá stovninum. Og tí verður tað í frágreiðingini mælt til, sum skjótast finna meginreglur um meting av framleiðsluni av gransking. Frágreiðingin hevur millum annað sum endamál, at koma við tilmælum, sum skapa enn meira gjøgnumskygni í virkseminum hjá setrinum, og í hesum sambandi kann bøtast eisini um granskingarpartin. 

Í frágreiðingini stendur, at tað er ein stór avbjóðing at máta framleiðsluna av gransking í nøgd og góðsku, men mælt verður til, at tað skjótast gjørligt verður funnar meginreglur viðvíkjandi meting av framleiðsluni av gransking.

Sigurð í Jákupsstovu, rektari sigur, at Setrið arbeiðir við hesum og tað sum serliga hevur vanta er at granskingin verður mett í altjóða høpi. Men tað er ein avbjóðin, serliga tí, at hetta krevur fyrisiting, og hon er undir stórum trýsti, tí hon ikki hevur verið raðfest seinastu árini. 

Frágreiðingin staðfestir eisini, at arbeiðstíð, sjúka og frítíð ikki verður nógv væl skrásett,  hóast krøv eru um hetta í roknskaparkunngerðini. Endamálið við betri skráseting er at fáa eitt betri yvirlit vvir hvussu nógv tíð fer til eitt nú gransking, undirvísing og fyrireiking. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985