- Trívist best, tá okkurt hendir rundan um meg

06.07.2018 - 14:51
Lívsstílur
- Trívist best, tá okkurt hendir rundan um meg
Í dag kunngjørdi Heiðrik á Heygum eitt nýtt sjónbandalag við lagnum "Black for the Occasion"

Heiðrik á Heygum er sera íðin í tónleikinum. Í løtuni er hann á konsertferð í Føroyum. Á konsertferðini varnaðist hann nakrar eyka basslinjur til sangin "Black for the Occasion", sum riggaðu sera væl. Hann fór tí at endur innspæla lagið - og gera eitt sjónbandalag til sangin. Síggj sjónbandalagið her

Hann flutti til Føroya fyri hálvum ári síðani, men eftir hansara tykki hendir tað ov lítið her á landi.

- Eg verði rastleysur, um einki hendir rundan um meg, sigur multi-listarmaðurin Heiðrik á Heygum, sum væntar, at hann um skamma stund fer at leita sær uttanlands aftur. Men hann stendur tó fast við, at hann altíð fer at venda aftur til Føroya - av og á.

Heiðrik hevur verið virkin innan nógvar listagreinar, og í løtuni er tað tónleikurin, ið fyllir mest. Eftir hansara tykki ber ikki til at býta listagreinarnar upp, tí tær hoyra saman.

- Tá eg síggi myndir, tá hoyri eg tónleik - og tá eg hoyri tónleik, síggi eg myndir, sigur Heiðrik á Heygum.

Summartímin fríggjadag 6. juli 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290