- Løgmaður skal skriva út val

29.07.2018 - 10:39
InnlendisPolitikkur
- Løgmaður skal skriva út val
Í dag verður tingið sett, og løgmaður skal halda røðu sína. Jørgen Niclasen heldur, at løgmaður skal brúka røðuna til at útskriva val.

Løgtingið verður sett klokkan 13 í dag, ólavsøkudag, og tá heldur løgmaður sína ólavsøkurøðu. 

Nógv eru tey, ið hava eitt boð upp á, hvat løgmaður skal leggja dent á í síni røðu.

Millum annað heldur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, at løgmaður skal nýta høvið at útskriva út val. 

Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, heldur, at løgmaður í røðu síni skal leggja dent á heita búskapinum. Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, meinar, at løgmaður skal seta sjóneykuna á eldraøkið og at tryggja fakligheitina á eldraøkinum. 

Seinni í dag fáa  vit at vita um løgmaður er samdur. Løgtingið verður sett klokkan 13, men áðrenn tað fara løgtingsfólk, landsstýrisfólk og embætisfólk at ganga skrúðgongu og í kirkju.

Kringvarpið sendir frá bæði guðstænastuni og tingsetanini í útvarpi og sjónvarpi.

Hoyr Óluvu Zachariassen spyrja Maritu Rasmussen, stjóra í Vinnuhúsinum, Jørgen Niclasen, formann í Fólkaflokkinum, Óluvá í Gong, forkvinnu í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Stefan í Skorini, stjóra í Felagnum Nótaskip og Anniku Sølvará, forkvinnu í Granskinargráðnum, hvat tey halda, at løgmaður skal leggja dent á í ólavsøkurøðuni í dag í ljóðbrotinum omanfyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558