Lættari at velja til løgtingsval

05.08.2018 - 14:40
Innlendis
Lættari at velja til løgtingsval
Tað er for tíðarkrevjandi hjá útisetum, tá teir skulu velja til løgtingsval. Tað heldur Óluva Klettskarð, løgtingskvinna

Føroyingar uttanlands skulu hava lættari við at velja til løgtingsval.

Tað heldur Óluva Klettskarð, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, sum hevur sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, fyrispurning í løgtinginum eftir grein 52 í tingskipanini.

Løgtingskvinnan spyr um løgtingsval hjá útisetum kann gerast smidligari hátt enn við brævatkvøðu, eitt nú um til ber at hava valstøð har, sum hundraðtals føroyingar er í útbúgving.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026