- Smærri aktørar detta niður ímillum

06.08.2018 - 17:45
InnlendisVinna
- Smærri aktørar detta niður ímillum
Nú verður kunningarstovustuðulin strikaður. Heldur skal søkjast um pening. Vandin er, at smærri aktørarnir detta niður ímillum, heldur Dennis Holm

Stuðulin, sum kunningarstovurnar fáa frá landinum, verður strikaður 1. januar 2019. Í staðin skulu kommunurnar søkja um pening. 

Vandin við nýggju skipanini er, at smærri aktørar nir fara at detta niður ímillum, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu.

Í suðri hevur skipanin verið soleiðis, at tann stuðulin, sum kunninarstovurnar hava fingið, er koyrdur í Suðuroyar ferðavinnufelag saman við stuðli frá kommununum. Smærri aktørarnir hava síðani havt møguleika at søkja um pening úr felagnum til ymisk ferðavinnuátøk. 

Men í staðin fyri at loysa uppgávurnar lokalt, skulu umsóknirnar nú til Havnar at taka støðu til, og tá er vandi fyri, at smærri aktørarnir detta niður ímillum, sigur Dennis Holm.

Dennis Holm fegnast um, at menningin av ferðavinnuni innanlands kemur á breddan. Hann sigur tó, at størri fígging má til, skulu vit síggja ein veruligan mun. 

Og hann finst at, at heldur enn at brúka pening upp á at menna ferðavinnuna innanlands í Føroyum, verður orkan løgd í at branda Føroyar sum ferðafólkaland.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Marianna Winter
208713
Fríggjadag 22. mai
Morgunlestur fríggjadagur 22.mai 2026
208381
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590