Neyðugt við fjarhitalóg

17.08.2018 - 10:01
Innlendis›Samfelag
Neyðugt við fjarhitalóg
Ein ætlan eigur at gerast, og ein fjarhitalóg smíðast, sum ásetur, m.a. hvussu sethús skulu knýtast í fjarhitaskipanina, heldur Fjarhitafelagið

Fjarhitafelagið hevur saman við Tórshavnar kommunu og landinum gjørt eina hitaætlan, sum ásetur, hvar høvuðsfjarhitarør skulu leggjast í høvuðsstaðnum fram til 2024. 

Í hitaætlanini er fyrst og fremst ásett, hvørjir kommunalir og almennir bygningar skulu og kunnu knýtast í fjarhitaskipanina. Men ætlanin er eisini, at sethús við tíðini skulu knýtast í, sigur Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum.

Fjarhitarør eru higartil løgd av Sundi gjøgnum Hoyvíkshagan og oman í Gundadal. Íløgurnar hava higartil kosta um 40 milliónir krónur, og Fjarhitafelagið hevur ætlanir um at brúka um 40 milliónir afturat til at leggja høvuðsfjarhitarør í stóran part av høvuðsstaðnum. 

Neyðugt við ætlan og lóg

Hans Christian Dam heldur, at nú so stórar íløgur verða gjørdar í fjarhita, er neyðugt at leggja eina politiska ætlan fyri, hvussu sethús kunnu knýtast í fjarhitaskipanina. Hann heldur, at ein háttur at eggja sethúsaegiarum at fáa sær fjarhita, er ein stuðulsskipan, tí tað kostar at leggja um.

Men hann heldur eisini, at ein fjarhitalóg eigur at smíðast, sum millum annað ásetur, hvussu sethús skulu knýtast í fjarhitaskipanina. 

Fjarhitafelagið sendi í 2016 uppskot um eina slíka lóg til Innlendismálaráðið, tí neyðugt er við politiskum átøkum millum annað eini stuðulsskipan fyri at fáa fólk at skifta til fjarhita, sigur stjórin.

Uppskot til prísáseting liðugt um ársskifti

Tosað hevur verið nógv um at broyta prísásetingarnar fyri fjarhita, tí prísurin í dag verður ásettur við støði í oljuprísinum í staðin fyri kostnaðinum fyri at veita fjarhita.

Kappingareftirlitið hevur millum annað víst á, at fjarhitaprísurin eigur at lækka, so støðan hjá fjarhitabrúkaranum betrast munandi.

Stjórin vil ikki siga, hvørt hann heldur, at tað er rætt at lækka prísin, men vísir á, at hann væntar, at arbeiðið við fjarhitaprísásetingini verður liðugt í endanum av hesum árinum. 

1250 brúkarar hava fjarhita í dag, og teir eru allir í Havn.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328