Kostnaðarmiklar vindmylluætlanir

17.08.2018 - 10:15
InnlendisSamfelag
Kostnaðarmiklar vindmylluætlanir
Vindrøkt og Effo hava ætlanir um at gera vindorkuútbyggingar fyri umleið 1,6 milliardir. Men vindorka skal bjóðast út, og enn vanta loyvini.

Oljufelagið Effo hevur keypt helvtina av felagnum Vindrøkt, og hetta gevur Vindrøkt møguleika fyri at gera stórar íløgur í nakrar ítøkiligar verkætlanir. Samstundis sleppur oljufelagið Effo inn á grøna orkumarknaðin.

Tað søgdu Janus Thomsen, stjóri í føroyska oljufelagnum Effo, og Jóhann í Niðrustovu, tá feløgini boðaðu frá, at Effo hevur keypt helvtina av Vindrøkt, og hækka partapeningin við 2,2 milliónum.   

Hitt oljufelagið, sum selur olju í Føroyum, Magn, keypti fyrr í vár meirilutan í p/f Demich, sum eisini bjóðar grønar orkuloysnir á føroyska marknaðinum.

Stórar ætlanir

Vindrøkt og Effo hava fleiri stórar og kostnaðarmiklar verkætlanir við vindmylluútbyggingum liggjandi á borðinum. Eitt er ein vindmyllulund á Gellingarkletti, sum liggur nakað omanfyri verandi vinmyllulund hjá SEV í Húsarhaga. Vindmyllulundi er mett at kosta 150-170 milliónir. Hin ætlanin er ein vindmyllulund í Junkarahaga millum Kvívík og Vestmanna, mett at kosta 170-200 milliónir. Í báðum hagum hevur Vindrøkt gjørt brúksavtalu við festarar og eigarar av hagunum um at nýta haganar til vindmyllulundir. 

Somuleiðis hevur Røkt í nógv ár havt ætlanir um at gera eina sonevnda pump-storageskipan omanfyri Vestmanna, í økinum Heygadali/Mýrarnar fyri samanlagt 1,2 milliardir.

Vindrøkt hevur við avtaluni við Effo tryggjað sær nóg mikið av eginpeningi til at kunna fara undir at søkja um fígging til fyrstu stóru verkætlanina á Gellingarkletti, sigur Jóhan í Niðrustovu. 

Loyvini vanta 

Vindmyllulundir skulu bjóðast út, og tí hevur Vindrøkt  framvegis ikki fingið loyvini til vindmyllulundirnar á Gellingarkletti og í Junkarahaga.

Røkt fekk í 2010 eitt treytað loyvi um eina pump-storageskipan oman fyri Vestmanna, men treytin var, at tørvurin á orkugoymslum í framtíðar elskipanini fyrst skuldi lýsast. Men hendan kanningin er um at verða liðug og verður væntandi løgd fram í næstum, sigur Jóhan í Niðrustovu. 

SEV hevur tó eisini virksemi í økinum omanfyri Vestmanna og ætlanir um eina pump-storage skipan. Tí kann úrslitið av tí orkukanningini hava stóran týdning fyri bæði SEV, Vindrøkt og onnur feløg, sum eru áhugað í at sleppa at framleiða grøna orku.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. mai
Morgunlestur mikudagur 22. mai 2024
175330
Mikudag 22. mai
LEITISSTEIN 21.05.2024 (Týr)
175393
Týsdag 21. mai
Samværi 036 - at útseta
175144
Týsdag 21. mai
Góðan morgun Føroyar 21.05.24
175349
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Hvítusunna: Derhard Jógvansson
175303