- Vit tagdu ikki deyðan burtur

22.08.2018 - 15:12
Lívsstílur
- Vit tagdu ikki deyðan burtur
Ester Kristiansen greiðir frá, hvussu tilveran broyttist, tá hon í einum so ungum aldri bleiv foreldraleys, samstundis sum hon júst var blivin mamma

Fólk flest uppliva at missa foreldrini. Tey flestu hava tó í øllum førum annað foreldri hjá sær ein stóran part av lívsleiðini. Hjá Ester Kristiansen er øðrvísi. Hon er 25 ára gomul og hevur mist bæði foreldrini.
Tá Ester var tólv ára gomul, andaðist pápi hennara brádliga. Mamma Ester fór ígjøgnum eina herviliga sjúkralegu, áðrenn hon fór foldum frá. Tá var Ester 24 ára gomul og hevði júst átt sonin, Suna.
- Mamma hevur altíð lært meg, at eg skal vera sterk. Eg dugi ikki at vera nakað annað, tá eg havi havt hana sum fyrimynd. Eg hugsi ofta, hvat mamma hevði sagt, um eg bara setti meg afturá at gráta. Tað er í øllum førum ikki tað, sum hevði gjørt mammu glaða, sigur Ester Kristiansen.

Deyðin varð ikki tagdur burtur. Mamma og eg tosaðu opið um, at hon skuldi fara.

Summartímin mikudagin 22. august

 
Er kopiera

Sí eisini

  •  
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655