Kjak: Krúnprinsahúskið og føroysk klæðir

24.08.2018 - 13:11
Aktuelt
Kjak: Krúnprinsahúskið og føroysk klæðir
Krúnprinsahúskið kom á almenna vitjan í Føroyum í gjár, og vóru tey øll ílatin føroysk klæði. Summi øtast, meðan onnur gleðast.
Mynd: Kongehuset  

Í gjár kom krúnprinsahúskið á almenna vitjan í Føroyum. Føroya fólk hevur fylgt væl við krúnprinsahúskinum, meðan ferðast hevur verið runt í Havnini. Bæði føroyskir, danskir og altjóða miðlar hava víst myndarøðir og videobrot frá vitjanini.

Serliga vóru tað tey føroysku klæðini, sum alt húskið hevði latið seg í, sum fekk føroyingar til knapparnar. Summi øtaðust yvir, at tey gingu í føroyskum klæðum runt í Havnini. Summi hildu, at klæðini sótu illa á húskinum, meðan onnur hildu, at tey vístu Føroyum stóra virðing í føroysku klæðunum. 

Summarmorgun spurdi lurtararnar í morgun, hvat hesi hildu, og um tað var gott ella keðiligt, at krúnprinsahúskið var í føroyskum klæðum. Hoyr brot úr Summarmorgni omanfyri. 

Heitt kjak og ymsar meiningar

Meðan summi hildu, at tað ikki hoyrdi heima at vera í føroyskum klæðum, meðan tað varð gingið runt í Havnini, vóru tað onnur, sum søgdu seg ikki skilja, hví hetta yvirhøvur var ein trupulleiki. Ein lurtari skrivaði:

- Man kann diskutera, um tey hoyra heima í klæðunum ella ikki, men er tað ikki siður at fara í tjóðarklæðini, tá tey ferðast innanríkis? Eitt nú eisini í Grønlandi? Dugi ikki at síggja nakað galið við tí. Min danska svigerinda lænti føroysk klæði at fara í, tá hon var heima á ólavsøku, er tað so heldur ikki í lagi? Er trupulleikin, at onkur heldur, at klæðini bert hoyra til føroyingin, ella hvat er problemið?

Fleiri hildu, at tað var sera vakurt at síggja krúnprinshúskið í føroyskum klæðum, og tey á hendan hátt virdu føroysku mentanina:

- Haldi at vit skulu verða glað fyri, at krúnprinsafamiljan vísir føroyingum viðring við at vera í føroyska búnanum.

Ein annar lurtari skrivaði, at tey upptraðkaðu sum fyrimyndir, sum føroysk børn veruliga kunnu samanbera seg við: 

- Ótrúliga flott, at tey virða okkum so nógv, at tey fara í føroysku klæðini. Tey eru jú ein gáva frá okkum. Krúnprinsaparið og børnini eru góðar fyrimyndir, ið standa fyri nøkrum virðum, sum børn og ung ikki síggja hjá øðrum, sum tey síggja upp til - til dømis fótbóltsstjørnur og sangarar.

Onkur annar vildi vera við, at vit føroyingar vóru alt ov forskammaðir, at yvirhøvur hava slíkt kjak, tí vit skulu bara fegnast um, at tey loksins eru komin á vitjan her í Føroyum: 

- Hvat er galið við KVF og okkum føroyingum? Vit grenja um, at kongafamiljan hevur betur hug....er títtari í Grønlandi enn i FO....åh tað er so synd í okkum.... MEN grønlendingar taka móti teimun við opnum ørmun. Tá tey endiliga koma til FO, eru vit soooo óforskammaði, hvussu skulu tey tíma okkum? Vit geva teimum búnar, og spilla tey út, tá tey fara i teir.  Síggja allir føroyingar væl út í føroyska búnanum? Nei! Hava øll (tjúkk, kløn, pen, minni pen) rætt til at brúka búnan? Ja!  Sita allir búnar hjá okkum væl? Nei, als ikki, heldur ikki hjá landsins ovastu fólkum.Vit eru full av undirlutakenslum, gera okkum tankar um hvørjar tankar kongafamiljan hevur um okkum osfr. Vit halda okkum vita, at eitt nú búnin einki hava at tíða fyri teimun.... hava tey sagt tað? Vit mugu taka okkum saman! Vit hava gjøgnum øldir reypa okkum av at vera gestablíð i FO, men tað gestablídni er ringt at fáa eyga á millum føroyingar og i sendingunum í KVF í hesum døgum. Eg haldi, at ØLL skuldu tikið tykkum saman, og verið blíð móti okkara gestum.

Fleiri vóru tey, sum løgdu merki til, at troyggjan hjá Fríðriki krúnprinsi var ov stór. Til galladøgurðan um kvøldið hevði krúnprinsurin skift troyggju, sum hann sambært Portalinum hevði lánt frá Mirjam Carlsen, ið ger føroysk klæði. 

Troyggjan hjá Fríðriki, krúnprinsi, varð viðmerkt sera nógv á sosialu miðlunum. Ein lurtari helt, at tað slíkt var óneyðugt, tí neyvan høvdu vit sjálvi dámt at fingið eins viðferð og krúnprinsurin fekk:

- Eg hevði ikki følt meg væl at blivið so kritiserað í føroyskum klæðum. Hvør hevur vegleitt og latið hann/tey í? Tað er har, kritikkurin skal raka.

Fleiri eru meiningarnar viðvíkjandi krúnprinshúskinum og føroysku klæðunum. Kjakast verður eisini á Facebook-vanga okkara, sum tú finnur her.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. oktober
Norðurljóð 3.oktober 2022
144647
Mánadag 3. oktober
Møti: Mannstevna á Zarepta 2022
145703
Mánadag 3. oktober
Koparskrínið 1.partur
145695
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. oktober
Úr savninum: Staksmentan í besta blóma
145663
Sunnudag 2. oktober
Andakt við Høgna Johannesen
145656
Sunnudag 2. oktober
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
145660
Leygardag 1. oktober
Innsavningartiltak hjá Bláa Krossi
145640
Mikudag 28. september
Úr savninum: Soleiðis liva tey enn 1:2
145662