Óvist um kvoturnar minka

30.08.2018 - 15:03
InnlendisVinna
Óvist um kvoturnar minka
Hóast vísitølini siga frá stórari minking í uppsjóvarfiskinum, er ikki vist, at fiskakvoturnar minka.

Hóast vísitølini siga frá stórari minking í uppsjóvarfiskinum í landnyrðingspartinum av Atlantshavi, er als ikki vist, at kvoturnar minka fyri tað. Onnur tøl telja eisini við, tá stovnsmetingarnar verða gjørdar.

Jan Arge Jacobsen er deildarleiðari á Havstovuni, og sambært honum skulu onnur tøl eisini teljast við, tá stovnsmetingarnar verða gjørdar. 

- Tá vit gera stovnsmetingar, eru hesi vísitølini partur av stovnsmetingum saman við fiskiskapinum og øðrum kanningum. Hesi tølini verða so sett saman til stovnsmetingar, sigur Jan Arge Jacobsen.

Hóast tølini tykjast ræðandi, so kann endaliga úrslitið gerast øðrvísi. Eitt nú vístu tølini fyri svartkjaft í apríl eina uppgongd, meðan hesi somu tøl nú vísa eina niðurgongd, greiðir hann frá. 

Hann leggur tó dent á, at minkingin var eitt vet størri, enn Havstovan hevði væntað, og tískil kann tað hóast alt væntast, at kvoturnar minka. Hoyr Jan Arge Jacobsen greið frá omanfyri. 

Vísitalið fyri makrelstovnin er minkað 40 prosent sambært kanningini í summar. 

Vísitalið fyri norðhavssild er minkað 24 prosent, og svartkjafturin er minkaður 11 prosent.

ICES kemur við sínum tilmæli um uppsjóvarfisk tann 28. september.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. mars
Morgunlestur fríggjadagur 20.mars 2026
205768
Hósdag 19. mars
RagnarRokk 19.mars
204937
Hósdag 19. mars
RagnarRokk: Robin McAuley um Paralyzed
204938
Hósdag 19. mars
Nýtt ljóð 19. mars 2026
205893
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Tinggáttin
205900
Hósdag 19. mars
Veðrið
205895
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869