Evropeisk reiðarí: Føroyingar og norðmenn fiska ov nógvan makrel

Evropeisk reiðarí: Føroyingar og norðmenn fiska ov nógvan makrel
Felagsskapurin sigur, at føroyingar fiska í altjóða sjógvi, tá makrelurin er illa fyri, eftir at hava gýtt
Føroyingar og norðmenn geva sær sjálvum alt ov stórar kvotur av makreli, sigur felagsskapurin hjá evropeiskum reiðaríum. (Savnsmynd)
 
19.09.2023 - 08:31

Felagið hjá reiðaríum í Evropa, Europêche, finst hvassliga at Føroyum og Noregi fyri at fiska alt av nógvan makrel, so nógvan, at stovnurin er hóttur.

Felagið sigur, at kvoturnar, sum føroyingar og norðmenn geva sær sjálvum, eru alt ov stórar og heldur ikki rættvísar móti øðrum londum, sum fiska makrel.

Norðmenn vera eisini skuldsettir fyri at brúka veiðirættindi, teir ikki eiga, í samráðingum við Bretland. 

 

Mjøl og lýsi

Føroyingar vera skuldsettir fyri at fiska í altjóða sjógvi, tá makrelurin er illa fyri, eftir at hava gýtt. 

Nógv av tí fiskinum, tveir triðingar, fer til mjøl og lýsi og ikki til matna, sigur Europêche.

Felagið heitir inniliga á ES um alt fyri eitt at gera okkurt, sum felagið sigur: steðgar ábyrgdarloysi føroyinga og norðmanna, millum annað skipa fyri handilsforðingum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083