Kyrrahavsloyvi fáa toskin á Flemish Kap

31.08.2018 - 13:18
InnlendisVinna
Kyrrahavsloyvi fáa toskin á Flemish Kap
Høgni Hoydal heldur fast í ætlanini um, at reiðaríini við kyrrahavsloyvunum skulu hava toskakvotu á Flemish Kap.

Hóast Fiskivinnuráðið mælir landsstýrismanninum í fiskivinnumálum til at lata línuskipini fáa nýggju kvotuna, so heldur Høgni Hoydal fast í ætlanini um, at reiðaríini við "kyrrahavsloyvunum" skulu hava toskakvotu á Flemish Kap.

Hoyringin broytir einki, og landsstýrismaðurin letur tí 450 tons av nýggjari toskakvotu á Flemish Kap til tey, sum eiga loyvi at royna eftir rossamakreli í Suðurkyrrahavinum.

Fiskivinnuráðið: Loyvini eiga at fella til línuskipini

Fyrr í mánaðinum gjørdu Føroyar og ES eina tvey ára býtisavtalu, har ES í 2018 og aftur í 2019 fær føroysku kvotuna av rossamakreli í Suðurkyrrahavinum, og afturfyri fáa Føroyar 450 tons av toskakvotu á Flemish Kap.

Hesi tonsini eiga at falla til verandi aktørar í bólki-3, tað vil siga línuskipini, sigur Fiskivinnuráðið. Men Høgni Hoydal vísir á, at línuskipini longu hava fingið munandi fleiri rættindi. Eitt nú hava línuskipini fingið alla NAFO-kvotuna á Flemish Kap, umframt økta kvotu undir Íslandi.

Heldur fast við upprunaligu ætlanini

Býtisavtalan við ES um tey 450 tonsini er nakað heilt annað, sigur landsstýrismaðurin. 

Í hoyringarsvari undrast umboðini fyri Meginfelag Útróðrarmanna, Fiskimannafelagið, Skipara- og Navigatørfelagið og Arbeiðarafeløgini í Fiskivinnuráðnum á, at rættindi í Suðurkyrrahavinum, sum ikki eru brúkt síðani 2010, í dag kunnu vera grundarlag undir eini tilsøgn um loyvi til fiskiskap á Flemish Kap.

Landsstýrismaðurin heldur also fast við upprunaætlanini, hóast hoyringarsvarini - eitt nú frá Fiskivinnuráðnum - mæla honum til at gera nakað annað.

Kvotan á Flemish Kap latast tveimum reiðaríum við kvotum í Kyrrahavinum

Thor í Hósvík eigur tvey kyrrahavsloyvi og Ocean Group Faroes í Vági ta triðja, sum reiðaríið keypti frá júst Thor. Tí vera tað hesi bæði reiðarí, sum skulu fiska tey 450 tonsini av toski á Flemish Kap bæði í ár og næsta ár.

Meðan føroyska NAFO-kvotan á Flemish Kap skal fiskast við línu, tað vil siga bara við línuskipum, so er eingin avmarking á hesari býtiskvotuni við ES, sum tí kann fiskast við troli.

Tey 450 tonsini verða latin sum felagskvota til tey bæði reiðaríini, sum eiga kyrrahavskvotu. Tað vil siga eftir sama leisti sum kvotan til línuskipini.

Sambært Høgna Hoydal verður kunngerðin lýst fyrsta dagin.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. mai
LEITISSTEIN 21.05.2024 (Týr)
175393
Týsdag 21. mai
Samværi 036 - at útseta
175144
Týsdag 21. mai
Góðan morgun Føroyar 21.05.24
175349
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Hvítusunna: Derhard Jógvansson
175303