Samráðast við ES um rættindi fyri kyrrahavskvotu

Samráðast við ES um rættindi fyri kyrrahavskvotu
Landsstýrismaðurin ráðførdi seg við Uttanlandsnevndina fyrrapartin, Ráðførslan var í trúnaði
Stóru verksmiðjutrolararnir hjá Thor fiskaðu rossamakrel í Suðurkyrrahavinum fyri nøkrum árum síðani.
 
08.06.2018 - 11:58

Áhugi var ikki hjá føroyskum reiðaríum at fara í Suðurkyrrahavið eftir 17.000 tonsum av rossamakreli, sum Føroyar nú eiga har.

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sum hevur kannað áhugan hjá vinnuni og í Reiðarafelagnum.

Tí eru nú samráðingar við ES um føroyska rossamakrelin í Kyrrahavinum og onnur rættindi.

Ráðførsla var við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum fyrrapartin um málið. 

Ráðførslan var í trúnaði, sigur Høgni Hoydal, so hann fær ikki sagt, hvat samráðingarnar við ES eru um.

Føroyar eiga góð 5.000 tons

Men forsøgan er tann, at føroyingar fiskaðu rossamakrel í Suðurkyrrahavinum til 2010. 

Í 2010 var felagsskapurin SPRFMO stovnaður at umsita rossamakrelin. 

Føroyingar eiga nú góð 1,1 prosent av heildarkvotuni, góð 5.000 tons um árið. 

Fyrstu árini eftir 2010 fiskaðu føroyingar ikki í Suðurkyrrahavi. 

Avtala við ES

Men í 2016 og 2017 varð avtala gjørd við ES um, at skip haðani fiskaðu føroysku kvotuna fyri at varðveita hana.

So kundu Føroyar fáa kvotuna aftur. Tað hava Føroyar so fingið í ár, og tí hava Føroyar nú 17.000 tons av rossamakreli í Suðurkyrrahavinum, sum føroysk skip ikki vilja fara eftir, sigur Høgni Hoydal.

Samráðingar eru tí við ES um fiskirættindi, sum eru nærri okkum. 

15 lond eru limur í  SPRFMO. Danmark er limur vegna Føroyar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. januar
Jambalaja - 100126
202485
Leygardag 10. januar
Upp á tá - 090126
202480
Leygardag 10. januar
Vikugesturin: Mitt í tónleikinum
202479
Leygardag 10. januar
Vikan 10. januar 2026
202471
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459
Hósdag 8. januar
Margreta - teknmálstulkað
202400
Hósdag 8. januar
Veðrið
202397
Mikudag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202341