- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ovfarin um stóra áhugan
01.09.2018 - 13:20
Ítróttur›Annar ítróttur
Ovfarin um stóra áhugan
Um 1.000 fólk renna og ganga í dag úr Gásadali til Sandavágs. Áhugin fyri Føroya vakrasta hálvmarathon er nógv størri enn fyrireikararnir væntaðu
Mynd: Jóanis Albert Nielsen
Veðrið er gott at ganga og renna úr Gásadali til Sandavágs í dag og fyrsti rennarin er komin á mál. Tað var Peter Jensen úr Danmark, ið hevði tíðina ein tíma og 23 minuttir.
-Vit eru ovfarin av stóra áhuganum. Fyrstu ferð vóru um 80 fólk við og nú eru nærum 1.000 fólk, sum helvt um helvt renna og ganga, sigur Sølvi Símunarson, sum er ein av fyrireikarunum.
Tak niður
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV