Filmsfelagið klárt til veturin

21.09.2018 - 18:40
Lívsstílur
Filmsfelagið klárt til veturin
Á gátt hjá Birgiri Kruse, formanni í felagnum
Birgir Kruse, formaður í Filmsfelagnum
Mynd: KVF  

Filmsfelagið fer í vetur, eins og undanfarin ár, undir at vísa filmar í Havnar Bio. Felagið hevur longu víst sín fyrsta film, og næsti á skránni er filmurin Beast, sum verður vístur nú mikudagin. Fiilmsfelagið er eitt felag, sum er "kuraterandi", tvs skipar fyri, hvørjir filmar verða vístir, greiðir Birgir frá. Felagið hevur sum so ikki nakað við filmsgerð at gera, tó at felagið loftar føroyskum filmsverkætlanum og vísir filmarnar fyri fólki. Spurdur um, hvørt Filmsfelagið fer út um bøgarðarnar í Havn, sigur Birgir, at tað ikki beinleiðis er endamál felagsins. Men treyðugt so eru Føroyar ikki so stórar, at samstarv ikki ber til. Í hesum sambandi nevnir hann samstarvið millum Filmsfelagið og Atlantis Bio í Klaksvík. Tað eru eisini onnur støð í Føroyum, sum hava møguleika at hava biograf, eitt nú Løkshøll í Runavík og SALT á Drelnesi, men í altjóða filmsvinnuni er tað eitt sindur trupult á tann hátt, at tey, sum gera filmar - og her tosa vit um kommersiellar filmar - seta nógvar treytir við, um tey vilja lata ein biograf vísa teirra film. Ein treyt er t.d. skipað atgongumerkjasøla á netinum. Hoyr prátið, sum varð sent í vikuskiftissendingini

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891