Svøríkisdemokratarnir vilja hava ávirkan

25.09.2018 - 11:19
InnlendisPolitikkur
Svøríkisdemokratarnir vilja hava ávirkan
Í morgun sýtti Ríkisdagurin fyri, at Stefan Løfven, formaður í sosialdemokratiska flokkinum skal halda fram sum forsætisráðharri í Svøríki

Nú byrja samgongutingingar um at fáa nýggja stjórn, og til nýggj stjórn er skipað, verður Løfven sitandi.

Hetta er fyrstu ferð, at ríkisdagurin hevur havt slíka atkvøðurgreiðslu yvirhøvur, tí tá formaðurin í Moderaterna, sum var forsætiráðharri tapti valið í 2014, valdi hann sálvur at leggja frá sær. Tað vildi Stefan Løfven ikki.

Atkvøðugreiðslan í morgun vísti, at 204 tinglimir søgdu nei til at lata hann halda fram at stýra landinum, meðan 142 søgdu ja. 

Í ljóðbrotinum kanst tú hoyra hvussu tað ljóðaði, tá svenski ríkisdagurin feldi Løfven.

Jimmy Åkeson, formaður í Sverigedemokraterne segði fyrr í morgun við SVT, at Ulf Kristersson, sum er formaður í Moderaterna ikki kann blíva nýggjur forætisráðharri uttan teirra stuðul og ávirkan.

- Ulf Kristersson kann velja at samstarva annaðhvørt við Løfven ella við meg. Hann hevur ikki egnan meirluta í ríkisdegnum, og hann hevur ikki so frægt sum størsta blokkin heldur, sigur formaðurin í Sverigedemokraterna við SVT.

- Vil Kristersson gerast forsætisráðharri, so verður hann tað bara við mínari hjálp, sigur hann.

Og kemst ikki á mál við nøkrum av møguleikunum, so harmast Jimmy Åkeson ikki um tað verður nýval.

- Tvørturímóti. Eg haldi, at vit høvdu fingið betri úrslit, men tað broytir kanska einki. Kortini vildi eitt nýval kanska fingið serliga Ulf Kristersson sannførdan um at sleppa hesari angistini fyri at koma víðari, sigur formaðurin í Sverigedemokraterna við SVT. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Leygardag 9. mai
Vikan 9. mai 2026
208127
Fríggjadag 8. mai
Vikuskiftið 8 mei 2026
208110
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968