- Verður trupult at umsita makrelstovnin

30.09.2018 - 15:10
Innlendis›Vinna
- Verður trupult at umsita makrelstovnin
Tað verða helst bæði drúgvar og torførar samráðingar ímillum londini, sum hava áhuga í makrelinum, nú ICES lækkar makrelkvotuna til 330.000 tons

Tað verða helst bæði drúgvar og torførar samráðingar ímillum londini, sum hava áhuga í makrelinum, tá samráðingarnar verða í London hálvan oktober.

ICES hevur mælt til, at bert 330.000 tons av makreli verða fiskað næsta ár, og verður tað veruleikin, so verður munandi minni at fiska hjá øllum londunum.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður sigur, at væntandi var, at tilmælið frá ICES fór at mæla til minni veiðu, men ikki so lítla veiðu, sum talan nú er um. Hann roknar við, at strandarlondini fara at áseta hægri veiðu, enn ICES mælir til.

- Tað er neyvan realistiskt, at tað verður hetta talið, so tær samráðingar, sum eru fyri framman, koma at avgera, hvør hægst loyvda veiðan verður, sigur fiskimálaráðharrin og leggur afturat, at Føroyar fer at vera í tøttum samráðingum við hini strandarlondini. 

Makrelavtalan gongur út í ár, og tí skal eisini samráðast um, hvør mannagondin verður komandi ár. Makrelavtalan varð gjørd í 2013 við ES og Norra, og har fingu Føroyar 12,6 %.

Meðan Føroyar, ES og Norra hava havt eina makrelavtalu, so hava summi lond ásett sínar egnu kvotur undanfarnu árini, og tað er heldur ikki gott fyri stovnin, sigur Høgni Hoydal. 

- Vit fara at verja okkara egnu áhugamál, og so fara vit sjálvandi at royna at fáa eina meira lagaliga skipan og fáa eina semju við hini strandarlondini, sigur Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri.

Tilmælið um svartkjaft lækkaði nakað, men er framvegis 1,1 milliónir tons. ICES fer eftir ætlan at koma við tilmælinum um sildina 22. oktober.

Hoyr samrøðu við Høgna Hoydal omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531