Mugu tryggja atgongdina til valstøð

06.10.2018 - 13:08
Innlendis
Mugu tryggja atgongdina til valstøð
Broytingin í vallógini má gerast uttan at steingja valstøð. Tað sigur Rógvi Nybo, stjórnmálafrøðingur.

Skal vallógin broytast, mugu vit tryggja, at fólk á smáplássum framvegis hava lætta atgongd at sleppa á val. Broytingin má gerast uttan at steingja valstøð. Tað sigur Rógvi Nybo, stjórnmálafrøðingur.

Sambandsflokkurin roynir nú aftur at broyta vallógina soleiðis at atkvøðurnar á smáu valstøðunum ikki verða so sjónligar í uppteljingini.

Flokkurin mælir til, at hjá valstøðum sum hava færri enn 200 veljarar, verða atkvøðukassarnir fluttir til annað valstað, og so verða atkvøðurnar taldar saman við atkvøðunum á tí valstaðnum.

Vit hava ikki loynilig val á smáplássum í dag, sigur Bárður Nielsen, tingmaður hjá Sambandsflokkinum, ið er ein av uppskotssetarunum.

Fyrr í ár legði Helgi Abrahamsen, uppskot fyri tingið um at broyta vallógina fyri smáu valstøðini. Tað uppskotið fall burtur, tí tingsetan endaði. Men frammanundan mælti ein meiriluti í rættarnevndini frá at samtykkja uppskotið, tí tey hildu, at málið átti at verið greinað nærri.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444