- Uppskotið var púra óvæntað

bannari
25.10.2018 - 13:01
InnlendisPolitikkur
- Uppskotið var púra óvæntað
Helena Dam á Neystabø, forkvinna í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, sigur, at uppskotið hjá Framsókn als ikki kann góðtakast.

Tað kann als ikki góðtakast, at Framsókn leggur uppskot fyri tingið á einum málsøki, sum hoyrir til ein annan landsstýrismann og sum snýr seg um kjarnumálini hjá samgonguni.

Tað sigur forkvinnan í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, Helena Dam á Neystabø. Hon heldur tað vera serliga álvarsamt, at tað er ein heilur flokkur, sum hevur lagt uppskotið fram.

Framsókn legði fram uppskot

Uppskotið hjá Ruth Vang og Honnu Jensen um at útseta kvotaskipanina eitt ár var ein bumba, sum bleiv slept niður yvir samgonguna í gjár. 

Eitt uppskot, sum bæði hevur vakt vreiði og undran millum samgongulimir, tí við hesum leggur Framsókn seg beint út í málsøkið hjá einum øðrum landsstýrismanni.

Vil hava, at uppskotið verður tikið aftur

Forkvinnan í tingbólkinum, Helena Dam á Neystabø, hjá Javnaðarflokkinum kann als ikki góðtaka framferðina hjá Framsókn.

- Tað kann bara ikki góðtakast, og eg taki tað sum givið, at uppskotið verður tikið aftur, sigur Helena Dam á Neystabø.

Júst tað sama segði forkvinnan í tingbólkinum hjá Tjóðveldi, Annita á Fríðriksmørk í gjár.

-  Ein einstakur tinglimur ella ein flokkur kunnu ikki av sínum eintingum leggja mál fram og taka ræðið frá landsstýrismanninum soleiðis, tað ber ikki til. Har er ikki síðsta orðið sagt, sigur Annita á Fríðriksmørk.

Viðgera støðuna á fundi

Sostatt draga Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi til at síggja somu línu og fordøma stigið hjá triðja samgonguflokkinum, Framsókn, sum í gjár - púra óvæntað fyri bæði løgmann og landsstýrismannin í fiskivinnumálum - setti uppskot fram um at útseta skiftið frá fiskidøgum til kvotur eitt ár.

Javnaðarflokkurin fer á innanhýsis fund í dag at viðgera støðuna í samgonguni.

Hoyr innslagið og samrøðu við Helenu Dam á Neystabø omanfyri.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. oktober
Vikuskiftið 4. oktober 2024
181660
Fríggjadag 4. oktober
Morgunlestur fríggjadagur 4. oktober 2024
180902
Hósdag 3. oktober
RagnarRokk 3.oktober 2024
180616
Hósdag 3. oktober
RagnarRokk: Phil Mogg um Moggs Motel
180614
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181622
Fríggjadag 4. oktober
Veðrið
181647
Hósdag 3. oktober
Sært tú fuglin? II (1:2)
181586
Mikudag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181510
Týsdag 1. oktober
Veðrið
181488