Landsverk: Vánalig ráðgeving orsøk til eykarokning

07.11.2018 - 12:39
InnlendisPolitikkur
Landsverk: Vánalig ráðgeving orsøk til eykarokning
Projektmanglar, skeivar tekningar og ósamsvar millum tekningar og nøgdarlistar. Ewald Kjølbro peikar á BIG, tá hann skal greiða frá eykarokningum

-Vánalig ráðgeving er orsøkin til, at játtanin til Skúladepilin í Marknagili ikki heldur. 

Tað sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, nú tað vísir seg, at neyðugt er at játta 18,7 milliónir krónur afturat til verkætlanina. Verklagslógin sigur 635 milliónir. Men rokningin higartil sigur 653 milliónir.

Ewald Kjølbro staðfestir í sama viðfangi, at nakrar eykarokningar kunnu koma afturat, tá avtornar.

Fyri tað fyrsta er Landsverk í einum trætumáli við arbeiðstakarar um rokningar fyri tilsamans 7,7 milliónir krónur. Pengar, sum Landsverk ikki vil gjalda, og tí ikki biður um pengar til í hesum umfari.

Og harumframt kann Landsverk ikki útihýsa, at aðrar eykarokningar koma afturat teimum 18,7 milliónunum, sum longu eru staðfestar.

Afturat trætumálinum um 7,7 milliónir og møguligum eykarokningum, sum koma afturat; so liggur eitt risastórt gerðarættarmál millum Landsverk og TG Verk og spøkir. Partarnir hava krøv móti hvørjum øðrum fyri 70 til 80 milliónir.

Men í løtuni eitur samlaða rokningin fyri Skúladepilin í Marknagili also 653 milliónir.

Hoyr samrøðu við Ewald Kjølbro við at trýsta á pílin undir myndini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Hósdag 23. apríl
Kvørnin: "Wolfgang"
207484
Hósdag 23. apríl
Nýtt ljóð
207476
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493
Hósdag 23. apríl
Sært tú fuglin? III 2:4
207489