Brúktu 60 milliónir krónur ov nógv í fjør

Brúktu 60 milliónir krónur ov nógv í fjør
Skúladepilin við Marknagil var komin upp á slakar 700 milliónir krónur, tá árið 2018 endaði
Byggingin við Marknagil er eisini við frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini um munin millum frávik og nýtslu í 2018
 
08.08.2019 - 12:15

Í 2018 vórðu brúktar 60,5 milliónir krónur meira enn játtaðar vóru í 2018. Játtaðar vóru 94,8 milliónir og 155,3 vórðu brúktar.

Sambært verklagslógini, sum upprunaliga er frá 2007 og fór úr gildi 31. desember 2018, um skúladepilin kundu brúkast í mesta lagi 636,5 milliónir krónur til byggingina.

31. desember vóru skrásettar 695,9 milliónir krónur, sum eru brúktar síðani 2007.

Frávik og nýtsla

Tað sigur Landsgrannskoðanin, sum hevur kannað munin millum frávik og nýtslu í fíggjarlógini fyri 2018.  

Viðvíkjandi pengunum, sum eru brúktir ov nógv við Marknagil, er eingin viðmerking komin úr Mentamálaráðnum, sigur Landsgrannskoðanin.

Raðið vísti til, at Landsgrannskoðanin arbeiddi við einari frágreiðing um meirnýtsluna.

Frágreiðingin varð latin løgtingsgrannskoðarunum og løgtinginum í apríl 2019. Í ár er Skúladepilin við Marknagil farin upp um 700 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329