SEV kannar longu fyrimunir og vansar

12.11.2018 - 12:45
InnlendisVinna
SEV kannar longu fyrimunir og vansar
Sambandsflokkurin vil hava tingið at fáa landsstýrið at kanna, hvussu onnur sleppa á netið hjá SEV. John Zachariassen er formaður í SEV:
Løgtingið skal viðgera SEV í morgin.

SEV kannar fyrimunir og vansar við at skilja netið frá øðrum virksemi hjá SEV.

Kanningin er ikki liðug enn.   

Dansk Energi, sum SEV hevur atlimaskap í, ger kanningina fyri SEV.

Kanningin verður liðug í ár, og hon verður almannakunngjørd.

Dansk Energi er felagsskapur hjá donsku elfeløgunum. 

Í tinginum 

Elnetið skal takast frá SEV og verða tøkt hjá øllum fyri sama prís.

Løgtingið fer í morgin at viðgera eitt uppskot frá Sambandsflokkinum um hetta.

Sambandsflokkurin vil hava løgtingið at fáa landsstýrið at gera eina frágreiðing um, hvussu netið hjá SEV kann verða skilt frá hinum virkisøkinum soleiðis, at fult gjøgnumskygni verður í, hvussu nógv netið kostar.

Endamálið er, at øll kunnu leggja streym á netið fyri sama prís. 

Javnbjóðis kapping

Endamálið við tí er at tryggja javnbjóðis kapping um elveitingina í Føroyum. 

Eitt uppskot, sum líkist nógv tí, sum nú er í tinginum, var har eisini í farnu tingsetu. 

Tá legði Magni Laksafoss, sum tá var í Sambandsflokkinum, uppskotið fram fyri flokkin. 

Men tað kom ikki aftur úr Vinnunevndini, áðrenn tingsetan endaði í vár.    


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065