SEV: Nógvar útbyggingar fyri framman

24.11.2017 - 14:31
Innlendis
SEV: Nógvar útbyggingar fyri framman
SEV roknar við 80 milliónum krónum í yvirskoti næsta ár. Yvirskotið fer til útbyggingar innan veitingartrygd, veitingarskyldu og grønu kósina.

SEV hevði ársaðalfund í morgun og har var m.a. fíggjarætlanin fyri 2018 á skránni. Elveitingareftirlitið hevur kravt eina príslækking á 5 oyru/kWt uttan MVG. Nevndin í SEV er ikki samd í príslækkingini, tí so nógvar útbyggingar standa fyri framman. SEV vil goyma yvirskotspening til útbyggingar innan veitingartrygd, veitingarskyldu og grønu kósina, tí ætlanin er, at Føroyar skulu hava 100 prosent grøna elorku á landi í 2030.


SEV veitir nú 5 oyru í príslækking, tí elveitingareftirlitið hevur kravt tað, men brúkarin skal ikki vænta at fáa eina størri príslækking, hóast tíðirnar eru góðar og SEV hevur eitt yvirskot uppá 86,2 mió kr. í ár, sigur John Zachariassen, nevndarformaður í SEV.

Sambært John Zachariassen er tað grøna kósin, sum fer at kosta nógv komandi árini, serliga, um tað skal ganga skjótt fyri seg at verða grøn.

Fíggjarætlanin 2018 verður lík fíggjarætlanini í ár og í fjør; høvuðsmálið er at hava ein støðugan búskaparligan vøkstur.

Íløgurnar í 2018 fara væntandi at kosta 554,7 mió. kr. í mun til 418,1 mió. kr. í 2017. Serliga útbyggingin av Sundsverkinum fyllir nógv, góðar 325 mió. kr. Nettoumsetningurin verður væntandi 436,1 mió kr.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179