Loft á alivøksturin

bannari
15.11.2018 - 16:14
InnlendisPolitikkur
Loft á alivøksturin
Alivinnan sleppur ikki at vaksa meir fyrr enn vit vita meir um umhvørvisárin, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

Føroysk alivinna er komin á eitt vegamót. Vinnan hevur verið í stórari menning seinnu árini, men hevur nú fingið eina stødd sum ger, at fólk seta spurningar við umhvørvisligu burðardygdina. Ein av teimum er landsstýrismaðurin í vinnumálum.

Landsstýrismaðurin stúrir fyri haldførinum í vinnuni, um ávirkanin á náttúruna er ov stór. Tí hevur vøksturin í tonsum ikki verið merkisverdur seinastu árini, hóast vinnan hevur duga væl at vunnið meir fyri hvørt tonsið.

Alivinnan hevur risastóran týdning fyri samfelagsbúskapin, men júst tí eigur haldførið at vera raðfest hægri enn stutttíðarvinningur, heldur landsstýrismaðurin.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, varar av føroyska umhvørvinum. Hon heldur eisini, at vitanin um árin av alivinnu er ov avmarkað. Tað segði hon í Radaranum í gjár. Men tað er vón fyri einum framhaldandi vøkstri í alivinnuni. Vøksturin verður treytaður av ávísum tøkniligum frambrotum, sum fara at gera tað møguligt at leggja ringar út á meira streym- og veðurbard øki, segði Atli Gregersen, stjóri í alifyritøkuni Luna, í Radaranum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV