Føroyskur dansur í kvøld

16.11.2018 - 18:35
Lívsstílur
Føroyskur dansur í kvøld
Prát við feðgarnar Gunnar og Brestir
Feðgarnir Gunnar og Brestir Restorff
Mynd: Leivur Thomsen  

Í kvøld verður føroyskur dansur í Norðurlandahúsinum. Tað er Dansifelagið í Havn, sum skipar fyri. Gunnari Restorff er nevndarlimur í felagnum. Dansikvøldið í Norðurlandahúsinum er eitt barnavinarligt familjutiltak. Á skránni eru lættar vísur fyri børn og vaksin, t.d. Burtur á heiði og Veturin kom. - "Sum útgangsstøði kvøða vit ikki meiri enn tíggju minuttir av hvørjum kvæði, tí børnini skulu ikki keða seg", sigur Gunnar. Eisini verða onkur "tyngri" kvæði kvøðin, t.d. Ormurin langi. Brestir, sonur Gunnar, sum nú er hálvvaksin og gongur á øðrum ári á Glasi, er í ferð við at læra seg at skipa Brestis kvæði, og, sum hann skemtiliga heldur fyri, er kvæðið uppkallað eftir sær. Umframt virksemið í Dansifelagnum, er Gunnar Restorff formaður fyri "Sláið ring", sum er landsfelagið fyri føroyskan dans í Føroyum. Hann greiðir frá, at felagið ger eitt stórt arbeiði at fáa fleiri at leggjast afturat føroyska dansinum. Sum mongum kunnugt, er Gunnar professari í støddfrøði á Fróðskaparsetri Føroya. Spurdur um, hvussu hetta sampakkar við føroyskan dans, svarar hann, at hann brúkar hetta sum kærkomið frítíðarítriv at kopla frá sínum dagliga yrki. Hoyr samrøðu við fyrikomandi feðgarnar her

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. desember
Breddin - Fátakaváði
184576
Týsdag 3. desember
Morgunlestur týsdagur 3. desember 2024
183614
Mánadag 2. desember
Norðurljóð 2.desember 2024
184534
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551
Mánadag 2. desember
3-2 (2. desember 2024)
184550
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480