Fólkaflokkurin lovar aftur skattalætta

17.11.2018 - 18:47
InnlendisPolitikkur
Fólkaflokkurin lovar aftur skattalætta
Lág- og miðallønt skulu ikki rinda meira enn 30 prosent í skatti. Tað segði formaðurin í Fólkaflokkinum á landsfundinum hjá flokkinum í dag

Fram til løgtingsvalið vil Fólkaflokkurin sannføra veljararnar um, at láglønt og miðallønt skulu ikki rinda meira enn 30 prosent í skatti við tíðini. Tað sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum.

- Tað er okkara mál. Tað skal veruliga loysa seg at arbeiða, og tá meta vit, at skatturin ongantíð skal vera hægri enn 30 prosent. Men vit røkka tí ikki í einum, sigur Jørgen Niclasen.

Boðskapurin er tann sami sum fyri fýra árum síðan.

Ein triðingur av vøkstrinum skal brúkast til at lækka avgjøld og skatt. Ein triðingur skal til vælferð. Og ein triðingur skal rinda skuld.

- Vit flyta okkum ikki uttan vøkstur. Fáa vit fáa ein rímiliga góðan vøkstur í samfelagnum, so kunnu vit røkka málinum innanfyri kanska átta til tíggju ár, sigur Jørgen Niclasen.

Kommunurnar mugu spæla við

Jørgen Niclasen viðurkennir, at kommunurnar skulu spæla við. Tað er avgerandi. Fólkaflokkurin vil, at kommunurnar eisini brúka ein triðing av sínum vøkstri til tað sama.

Men Fólkaflokkurin eigur borgarstjóran í Havn. Búskaparráðið skrivaði í sínari heystfrágreiðing, at tað renna so nógvir pengar inn í kassan í Havn, at tað er pláss fyri einum skattalætta.

Men Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, hevur sagt, at pengarnir skulu brúkast til íløgur ístaðin.

Jørgen Niclasen vil kortini ikki blanda seg uppí, hvat býráðið í Havn ger í løtuni.

- Men sleppa vit framat valdinum, so taka vit samband upp við allar kommunurnar, so vit í felag kunnu vera saman um hetta. Og eg ivist ikki í, at kommunurnar vilja vera ein virkin viðspælari, sigur Jørgen Niclasen.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776