Heðin lovar heildarloysn við tunnilsmunnar

20.11.2018 - 14:58
Innlendis›Politikkur
Heðin lovar heildarloysn við tunnilsmunnar
Ein heildarloysn skal gerast fyri innkomuvegirnar báðumegin Eysturoyartunnilin, sigur Heðin Mortensen.
Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, millum konuna Hjørdis Egholm Mortensen og floksformannin og løgmann Aksel V. Johannesen

7.oktober í 2016 gjørdu Hendrik Old og Heðin Mortensen eina avtalu um innkomuvegin til Tórshavn. Tá var Heðin Mortensen borgarstjóri í Havn - nú er hann landsstýrismaður í samferðslumálum:

-Ein heildarloysn skal gerast fyri innkomuvegirnar báðumegin Eysturoyartunnilin, sigur Heðin Mortensen ídag, tvey ár eftir politisku semjuna.

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019, sum er seinasta fíggjarlóg hjá sitandi samgongu, er ein millión krónur sett av til "Innkoyringarveg til Tórshavn, íbinding." 

Heðin Mortensen vil tó hava eina heildarloysn, gjørd í samstarvi við Tórshavnar og Runavíkar Kommunu, kjølfesta í eini nýggjari verklagslóg, sum skal leggjast fyri løgtingið.

Í mars mánað var Heðin Mortensen við til at leggja uppskot til samtyktar fyri løgtingið um at bjóða Fámjinstunnilin út saman við Hvalbiartunlinum. Nú er hann landsstýrismaður í eini samgongu, sum vil gera Dalstunnilin fyrst, áðrenn Fámjinstunnilin. Ta semjuna sigur Heðin Mortensen seg vilja halda. 

Heðin Mortensen er 72 ára gamal. Hann hevur sitið í Tórshavnar Býráði síðani 1973 og var borgarstjóri frá 2004 til 2016. Hann varð fyrstu ferð valdur á løgting í 1998.

 

Hoyr samrøðu við Heðin Mortensen við at trýsta á pílin undir myndini.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435