Fiskimannafelagið vil ikki skerja fiskidagarnar

bannari
03.12.2018 - 13:04
Innlendis›Politikkur
Fiskimannafelagið vil ikki skerja fiskidagarnar
Formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard, sigur, at felagið tekur ikki undir við at skerja í fiskidøgunum.

- Vit taka ikki undir við at skerja fiskidagarnar næsta ár.

Tað sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard, nú ein bólkur við umboðum fyri vinnuna, Havstovuna og Fiskimálaráðið umrøður eina umsitingarætlan fyri fiskiskapin undir Føroyum.

Fiskidagarnir halda fram næsta ár, og tí skal ein umsitingarætlan gerast.

Bólkurin hevur tosað saman, men semja er ikki um, hvussu farast skal fram, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum.

Jan Højgaard bíðar eftir fundarboðum til at umrøða umsitingarætlanina nærri. Hoyr samrøðu við formannin omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775