Missa kanska loyvið at fara undir vindorku

05.12.2018 - 09:07
Innlendis›Vinna
Missa kanska loyvið at fara undir vindorku
Búnaðarstovan ætlar at taka aftur tilsøgn, sum Sigert Patursson, bóndi í Hoyvík, fekk í 2005 um at fara undir vindorku.

Sigert Patursson, bóndi í Hoyvík, hevur kært Búnaðarstovuna til Fiskimálaráðið, tí Búnaðarstovan ætlar at taka aftur tilsøgn, sum hann fekk í 2005, um at fara undir vindorku. Tað skal gerast frá 1. mai í 2019.

Tað er eingin orsøk til tað, tí ætlanin hevur verið greið frá byrjan, og Sigert Patursson hevur saman við partafelagnum Vindrøkt gjørt klárt til at seta vindmyllurnar upp í Hoyvíkshaganum.

Sigert Patursson sigur seg ikki vita, hví Búnaðarstovan nú vil taka tilsøgnina aftur.

Í skrivi boðaði Umhvørvisstovan mánadagin frá, at seinastu tvey árini hevur økið í Hoyvíkshaganum verið tøkt at gera útboð á. Talan er um 6 vindmyllur upp á tilsamans 18 megawatt.

Men Umhvørvisstovan sigur seg ikki hava havt møguleikan at gera útboð har, tí festarin og Vindrøkt hava avtalu um økið.

Lagt verður afturat, at arbeitt verður við at fáa viðurskiftini broytt, so til ber at gera útboð, sum øll hava møguleika at bjóða uppá. Enn er ikki komið á mál, og væntast kann ikki, at vindmyllur koma upp í Hoyvíkshaganum fyrr enn í fyrsta lagi í 2020.

Sigert Patursson veit ikki, hvat hendir, um tilsøgnin verður tikin aftur, men hann vónar, at málið verður avgreitt skjótt, so farast kann undir at seta vindmyllurnar upp í Hoyvíkshaganum.

Stjórin á Búnaðarstovuni, Tróndur G. Leivsson, vil ikki gera viðmerkingar til málið. 

Aðalstjórin í Fiskimálaráðnum, Rógvi Reinert, váttar fyri Kringvarpinum, at ein klaga er komin til ráðið, men hann vil heldur ikki gera viðmerking til klaguna, sum verður viðgjørd í Fiskimálaráðnum, sum er kærustovnur í slíkum málum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672