Barnabati biður um hægri játtan

07.12.2018 - 09:01
InnlendisSamfelag
Barnabati biður um hægri játtan
Barnabati hevur biðið løgtingið um at hækka játtanina næsta ár úr 450.000 krónum upp í 1,2 millión krónur.

Børn og ung hava eisini tørv á ráðgeving frá Barnabata um kvøldarnar og um vikuskiftið. Tí biður Barnabati løgtingið um at hækka játtanina næsta ár - úr 450.000 krónum upp í 1,2 mió kr.

Felagið hevur sent Fíggjarnevndini hjá løgtinginum bræv við umbøn um at hækka játtanina.

Í dag hevur ráðgevingin bara opið gerandisdagar frá kl 10-15, men tørvurin er nógv størri enn so, sigur Djóni Ejdesgaard, aðalskrivari í Barnabata.

Umframt at útbyggja ráðgevingina ætlar Barnabati eisini at arbeiða við átøkum at basa happing millum børn og ung á dagstovnum og skúlum.

Fíggjarlógin fyri 2019 er til viðgerðar í fíggjarnevndini hjá løgtinginum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112