Hópfígging í Vágs kommunu

13.12.2018 - 08:59
InnlendisSamfelag
Hópfígging í Vágs kommunu
Vágs kommuna skal endurfíggja 29 milliónir krónur av skuld, og tað verður gjørt eftir einum leisti, sum ongantíð er royndur fyrr í kommunalum høpi.

Privatfólk og íleggjarar annars fáa nú møguleika at læna pengar til Vágs kommunu.

Vágs kommuna skal endurfíggja 29 milliónir krónur av skuld, og tað verður gjørt eftir einum leisti, sum ongantíð er royndur fyrr í kommunalum høpi.

Vágs kommuna crowd-fundar

Tað nevnist hópfígging á útlendskum máli - oftast nevnt crowd-funding. Eitt alternativ til traditionellu peningastovnarnar, har fólk antin seta pengar á bók ella taka lán.

Fyri helst fyrstu ferð nakrastaðni fer ein kommuna nú at royna alternativið.

Vágs Kommuna skal endurfíggja 29 milliónir krónur av skuld, og heldur enn at fara í bankan at læna penganar, verður lánið endurfíggjað úti hjá privatfólki og íleggjarum annars.

Sannførdur um, at pengarnir eru til staðar

Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, stendur fyri ætlanini. Eigur tú nakrar krónur, so er eitt alternativ til innlánskontoina í peningastovninum at læna pengarnar til Vágs Kommunu.


Tey, sum velja at læna Vágs Kommunu pengar, fáa 0,45 prosent í rentu. Vágs Kommuna lænir pengarnar fyri 0,6 prosent í rentu. Munin, 0,15 prosent, fær Suðuroyar Sparikassi fyri ómakin. Rentan er fastlæst í trý ár.

Sambært Søren L. Bruhn er hetta fyrstu ferð í søguni, at ein kommuna fíggjar sína skuld eftir hesum leisti. 

Hóast talan er um 29 milliónir krónur so er Søren L. Bruhn sannførdur um, at pengarnir eru til staðar.

Og stjórin í Suðuroyar Sparikassa, sum í hálvt triðja ár hevur bjóðað hópfígging/crowd-funding, sær stórar møguleikar - ikki minst nú ein kommuna roynir henda alternativa fíggingarleistin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179